Høli til øll høvi
Fyri endan húsanna millum er sjálv gjógvin. Har er ein trappuuppgongd, sum tykist hanga í leysari luft, tí hon er sum bygd inn í gjónna. Henda trappa leiðir tykkum niður og upp í tey ymisku hølini.
Fiskakjallarin
Skal móttøkan verða nakað heilt serligt? Ella hvussu við einari intim-konsert? So er Fiskakjallarin við sínum ráa og autentiska úttrykki rætta staðið.
Pakkirúmið
Pakkirúmið hóskar seg til smærri ráðstevnur og størri fundir. Ein svali við útsýni yvir gjónna og alt Miðvágslandið fer beinleiðis úr hølinum.
Ring til Jónleyg á 250 600
ella skriva til fiskastykkid@fiskastykkid.fo
um tú vilt leiga høli.
Pakkhús, høsnarhús, óbýli, bila-kirkjugarður … og pakkhús
Tað var ikki klokkan, ið gjørdi av, nær fólk skuldu koma til arbeiðis úti á Gjógv; men veður og vindur. Uppi á TURKILOFTINUM er eitt lítið vindeyga, ið vendir heim ímóti bygdini. Haðani var flaggað við hvítum flaggi at boða frá, tá ið tað var nakað arbeiði. Tá sást stór fjøld av fólki leita sær út á Gjógv. Á einum góðum degi var dagslønin einar 25 krónur.
Í byrjanini varð allur fiskur turkaður úti á fiskastykkinum. Men tá ið pakkhúsið bleiv bygt út seinni, bar eisini til at turka uppi á TURKILOFTINUM. Her var nevniliga ein motorur, sum dreiv eina viftu, ið blásti heita luft.
Tá ið fiskurin var turkaður og vorðin til klippfisk, varð hann vigaður og pakkaður við stemplinum FAROE FISH.
Síðani kom ein dampari eftir fiskinum, og varð hann seldur til Spania, Portugal og Italia.
Pakkhúsið eigur eitt serligt stað í hjartanum í Sandavágsfólki, og søgurnar eru nógvar. Síðani fiskaframleiðslan helt uppat, hevur mangt annað virksemi verið her. Í hesum hølum hava 2000 hønur búð, tá ið eggframleiðsla einaferð í tíðini var her. Og ung sandavágsfólk goymdu seg her at tekna grafitti – "listaverkini" prýða hølini enn. Og, hóast ilt at ímynda sær í dag, so var einaferð vanligt at tveita gomul bilvrak niður í gjónna.
Annars er lítið og einki broytt. Hølini eru sett í stand, gamaní, men virksemið – tað er her enn. Bygdarfólkið er her enn. Fyrstafloks fisk fært tú enn. Jú, søgan livir enn
---- her í pakkhúsinum úti á Gjógv.
Sí upprunabúmerkið
Fiskastykkið
Hug til ein betri bita? Á Fiskastykkinum er eitt sindur fyri øll. Fiskur, grønt og heimabakað breyð. Alt er gjørt frá grundini og við hjartanum. Umframt tað fært tú hvønn dag nýbryggjað kaffi og te og heimabakaðar kakur og dessertir.